J.H.O. Djurhuus ein bókmentalig ævisøga III


Forlag: Mentunnargrunnur Studentafelagsins
Útgávuár: 1997
Prísur: 340.00
ISBN: 99918-43-13-2
Rithøvundi: Hanus Andreassen
Evni: Ævisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 407

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Avb baksíðuni
J.H.O. Djurhuus - ein bókmentalig ævisøga III

Í hesum triðja og seinasta bindinum av ævisøguni um J.H.O. Djurhuus fáa vit eina mynd av skaldsins fjølbroytta og ævinrtýrkenda lívi í tríatiárunum. Tað var í hesum tíðarskeiði, hann gisti í kleystrinum Averbode i Belgia. Á vári 1935 gjørdi hann sína tiltiknu miðalhavsferð. Hann sá Pompeii og Herculanum. Hann spákaði millum deydningar í katakombunum í Palermo. Og á veg í rossavogni oman úr fjallabygdini Monreale datt hesturin, so har mundi hent ein vanlukka.
Eftir at Janus í 1934 hevði fingið heiðursbót, fór at ganga framá í hansara borgarliga lívi. Hann fór nú, hjálptur av kendum monnum í Føroyum og Danmark, av álvara at virka fyri at fáa sítt starvsloyvi aftur. Men mangir trupulleikar skuldu beinast av vegnum. Og tað mundi verið um eitt hár, at ætlanin varð av ongum.
Tá ið Janus, heimkomin til Føroya, fór aftur at virka sum sakførari, stóð verðin í eldi. Danmark og Føroyar vóru hersett, hvørt av sínum stórveldi. Eina ferð enn lukkaðist tað skaldinum at koma sær í andglettin. Men nú vóru hansara sjónarmið broytt.
Bókin varpar ljós á tey mentunarligu og politisku rákini í Janusar tíð. Hon endar í august 1948, fáar mánar eftir at heimastýrislógin var komin í gildi og eitt nýtt søguligt tíðarskeið byrjað. Í bókini eru longri og stytri lýsingar av einum hópi av einstaklingum, frá Kristini í Geil til Jørgen-Frantz Jacobsen, frá Ingeborg Ejlertsen til Rigmor Lutzen. Vit lesa um Hilbert og Jóannes Patursson. Vit lesa um skaldsins tilveru í Klaksvík og á Tvøroyri. Og vit lesa um ta ferðina, Janus helt fyrilestur í Svínoyar skúla.
Men fyrst og fremst er hetta ævisøgan um ein marglyntan sveimara, sum alt lívið stóð í andstøðu til góðtikin borgarlig hugtøk. Hann kom ongantíð á ta røttu hillini í lívinum. Samstundis gav hann tí lítlu føroysku tjóðini sín fyrsta modernaða skaldskap.
Í bókini er ein ørgrynna av forkunnugum myndum og fotomyndum.