Flykrur


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 1997
Prísur: 80.00
ISBN: 99918-0-130-8
Rithøvundi: Andreas Andreasen
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 109


Úr fororðinum
Andreas Andreasen

Andreas Andreasen ella Andreas í Gerðinum, sum hann vanliga varð kallaður, er føddur í Vestmanna 26. mars 1906.
Sum ungur fór Andreas til skips, men hugur hansara lá ikki til sjógvin, heldur vildi hann fáast við tað bókliga. Í 1926 fór hann á læraraskúla í Havn, har hann tók prógv í 1929.
Eftir at hava verið lærari í Skálavík í fleiri ár flutti hann aftur til heimbygdina í 1944, har hann kom at starvast sum lærari, til hann legði frá sær vegna aldur í 1974.
Uttan fyri heimbygdina er Andreas betur kendur sum yrkjari. Hvør kennir ikki perluna innan føroyska yrking: "Nú sprettir á fold og spírar...", har hann so vakurt lýsir ta føroysku náttúruna bæði á sjógvi og landi, so ein mestsum hoyrir hana teska um miðju nátt.
Men serliga eru tað skúlabørnini, sum hava fingið gleði av hansara arbeiði. Í 1977 kom út sangbókin "100 sangir", og fýra ár seinni kom "Heiðaljóð" við 125 sangum. "Flykrur" er soleiðis tann triðja í røðini við 90 sangum.
Eins og í teimum fyrru bókunum er upprunin til hesar sangir og hesi løg úr eini 30 ymiskum londum. Har tað hevur borið til, er teksturin fluttur yvir á føroysk viðurskifti og umhvørvi, og tí eru fleiri av sangunum umyrktir. Sangirnir eru tí bæði lættir at syngja og lættir at skilja hjá børnum. Sangir við ongum navni undir eru hansara egnu.
Eisini í hesu bókini eru løgini prentað til sangirnar, og er hon tí ein kærkomin skúlabók, sum børnini koma at fáa gleði av.

- Øssur Dam Jacobsen