Myrkar nætur


Forlag: Ytstifjótðingur
Útgávuár: 1997
Prísur: 140.00
ISBN: 99918-934-3-1
Rithøvundi: Sonni Jacobsen
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 185


Um rithøvundin og bókina
Myrkar nætur

Øll hugsaðu vit. Tað hendir ikki fyri okkum. Tað ber ikki til. Umstøðurnar eru ov smáar. Men nú er tað hent: Ein yvirgangsbólkur herjar í okkara lítla landi. Teir hava onga virðing fyri nøkrum, og eingin kennir seg tryggan meir. Tað ringasta er, at yvirgangskropparnir eru so listilærdir, at eingin hevur hóming av, hvørjir teir eru, og sostatt kunnu teir ikki steðgast. Ikki fyrr enn ein av limunum fær samvitskubit, er vón fyri framman. Men hvussu kann hann gerast leysur av síni fortíð?

Sonni Jacobsen er føddur í 1959 og er ættaður úr Sørvági. Frá 1974 til 1989 var hann sjómaður. Frá seinnu helvt av 1989 arbeitt heima.
Hann hevur áður útgivið bygdarsøguna "Sørvágur og sørvingar I" (1995) og "Sørvágur og sørvingar II" (1996).