Eg skrivi 1


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2003
Prísur: 125.00
ISBN: 99918-0-336-X
Rithøvundi: Gunnvá Dam
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 62

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
"Eg skrivi 1 - skrivligt føroyskt til miðdeild"

Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út "Eg skrivi 1" eftir Gunnvu Dam, lærara, sum er skrivligt føroyskt til miðdeild fólkaskúlans. Hetta er fyrsta bók í eini røð av mállærubókum við skrivligum uppgávum til miðdeild fólkaskúlans. Mállæruheftini kunnu nýtast úr 4. flokki upp í 7. flokk, so sum lærarin heldur vera hóskandi.

Í hesari bókini eru mállæruuppgávur, fyrisagnir, uppgávur til fyrisagnir, aftursagnir og ymiskar stuttligar uppgávur. Fyrisagnirnar eru eisini gjørdar sum innskrivingarfyrisagnir á ymiskum torleikastigi og eru í einum serstøkum hefti lagdar hjá útgávuni.

Í innihaldsyvirlitinum ber til at síggja, hvørjum mállæruevnum arbeitt verður við í hvørjum einstøkum parti í bókini.

"Vegleiðing" er skrivað í hvørjari bók sær. Í vegleiðingini verður greitt frá, hvussu høvundurin hugsar sær, at arbeiðast kann við teimum ymisku síðunum, hvussu uppgávurnar kunnu verða loystar og í einstøkum førum, hví ið uppgávurnar eru júst soleiðis gjørdar og ikki øðrvísi.

Aftast í bókini eru "Hugskot um spæl og uppgávur", sum væl ber til at nýta í mállæruundurvísingini á hesum aldursstiginum.

"Eg skrivi 1" eftir Gunnvu Dam hevur Edward Fuglø myndprýtt. Hestprent hevur havt umbróting, reproarbeiði og prentumsiting um hendur. Kápuuppsetingina hevur Grafik Studio staðið fyri.

"Eg skrivi 1" saman við Útfyllingarfyrisøgnum løgdum hjá útgávuni er at fáa í bókabúðunum og frá Bókamiðsøluni og kostar 86 kr.