Káin og Ábel - ein mýta um tveir brøður


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2002
Prísur: 20.00
ISBN: 99918-0-326-2
Rithøvundi: Paul Leer-Salvesen
Umsett: Marjun Bæk
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 78


Um bókina
Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið nýtt og fjølbroytt tilfar út til undirvísingina í kristni, har serligur dentur verður lagdur á at viðgera siðfrøðilig evni. Tilfarið er samansett av grundbók, næmingabók (arbeiðsbók) og lærarahefti og er ætlað framhaldsdeild fólkaskúlans og miðnámsskúlum.

Grundbókina "Káin og Ábel - ein mýta um tveir brøður" hevur Marjun Bæk, prestur, týtt úr norskum eftir prestin og rithøvundin Paul Leer-Salvesen. Hetta er søga til ung, ið byggir á bíbliusøguna um brøðurnar Káin og Ábel og lív teirra. Marjun Bæk og Karolina Matras, lærari, hava, við upprunafrásøgnini úr Bíbliuni og týddu søguna til ung sum útgagsstøði, gjørt undirvísingartilfar, ið ger tað áhugavert hjá lærarum hjá næmingum at viðgera siðfrøðilig evni í teimum eldru flokkunum. Farið verður víða um, nógvar ávísingar eru til viðkomandi bíbliutekstir, og nortið veruður við nógvar stórar spurningar. Eisini ber til at fara í dýpdina og viðgera okkurt einstakt evni nágreiniliga.

Marjun Bæk og Karolina Matras hava gjørt læraraheftið, har upplýsingar eru um bíbliutekstir, arbeiðsuppgávur og eyka lesnað. hanne Jacobsens, studentaskúlalærari, hevur skrivað frágreiðingar og gjørt uppgávur til myndagreining. Næmingabókin hevur 7 høvuðsevni, ið øll viðgera siðfrøði. Hetta er arbeiðsbók við uppgávum, bæði til bíbliutekstir og søguna um Káin og Ábel, men eisini til greining av myndum. Til hvørt av høvuðsevnunum í næmingabókini eru prentað tvey listaverk, ið kunnu knýtast at søguni um Káin og Ábel, men eisini nýtast sum myndatilfar og lýsa siðfrøðiligu evnini meira alment. Næmingabókin er tí prýðilig bók, við málningum frá ymiskum tíðarrákum í listasøguni.

Grafik Studio hevur gjørt permuna, og Hestprent hevur prentað. Bøkurnar fáast frá bókabúðunum. Grundbókin er 78 blaðsíður og kostar 96 krónur, næmingabókin er 37 blaðsíður og kostar 96 krónur, og lærarahefti er 36 blaðsíður og kostar 75 krónur.