Úr Gjáar Søgu - Barnaminni 1


Forlag: Búgvin
Útgávuár: 1997
Prísur: 297.00
ISBN: 99918-918-1-1
Rithøvundi: Petur Jacob Sigvardsen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 268


Um bókina
Tey 41 árini, etur Jacob hevur arbeitt í skúlaverkinum, hevur hann lagt mong skrivlig arbeiði úr hondum - bæði í bundnum og óbundnum máli.
Nú er hann so farin at skriva eitt bókaverk um heimbygd sína Gjógv.
Í hesi fyrstu bókini, sum hevur undirheitið Barnaminni 1, verða vit so líðandi leidd inn í bygdina, har vit nema dýrmæta mentan, sum loðar upp við allastaðni, har fótur fjakkar, muður mælir, og hendur handaverk inna.
Við sínum leikandi lætta penni, frálíka málbúna og livandi frásøguhátti leiðir høvundurin lesaran - ikki bert inn í Gjáar søgu - men eisini inn í tað føroyska bygdalívið fyri hálvari øld síðan.
Vit koma fyrst til bygdina, hoyra um hús og húski, gøturnar og fjøllini. Vit fáa síðan at vita um: árið íkring, barnaheimið, kost og viðskera, gudslívið, høgtíðir, skúlan, ungdómin, ungmannafelag, samkomuhús, móðurmálið, skipsmenn, seyð, fjallgongu, seyðabýti og fletting, ull, harur, alidýr og skaðadýr, fuglaveiði, neytini, neytakonur og váringina - alt væl lýst í 80 ymissum táttum.
Í bókini eru harumframt o.u. 120 myndir, ið so avbera væl lýsa bæði bygd og bygdarlív tá á døgum.
Henda bókin er tí virðismikil lesnaður hjá øllum teimum, ið hava hug at læra fólkalív og siðsøgu okkara betur at kenna.