Hvørjum flenna likkurnar at Hugo?


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 1997
Prísur: 50.00
ISBN: 99918-1-099-4
Rithøvundi: Rakel Helmsdal
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 217

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Av baksíðuni
"Tað kvøldið lá eg í andvekri í fleiri tímar, kanska var tað ikki so leingi, men tað kendist soleiðis...Eg royndi ikki at hugsa um nakað, men tankarnir bara mólu og mólu í høvdinum á mær, um Paol og arbeiðið og Skjálm og sorgina og alt tað, um Landastrokini, um handa ólukka nýggja skúlan og verkfallið, um hvussu ringt tað fór at vera, um verkfallið ikki eydnaðist, at skula hava nýggjar floksfelagar og lærarar o.s.fr. Og so um henda loyndarfulla Aslak Ludo. Hvør í allari verðini mundi hann vera?"

Hugo er í trupulleikum, og hóast hann av royndum veit, at hann eigur góðar vinir, so tykist alt vónleyst. Í øllum førum verður hetta minnisrík summarfrítíð hjá Hugo og vinfólkum hansara, Ravni og Tóu.