Úr egnum barmi


Forlag: Grønhólmur
Útgávuár: 1997
Prísur: 50.00
ISBN: 99918-900-4-1
Rithøvundi: Ólavur í Beiti
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 215


Av baksíðuni
Viðmerkingar, bókaummæli og stuttsøgur.

"Tað er ein orka og eitt ágrýtni í skrivingini hjá Ólavi í Beiti sum í fittan mun bergtekur lesaran, og høvundurin er harafturat líka opinskáraður og fyrilitsleyst erligur sum Prædikarin. Les 'Tá tú kemur', tí hon hevur tað uppiborið. Lat lýtini fara fram við borðinum, og lat teg ístaðin tøla av einum høvundi, ið gloppar hurðina inn til eina plágaða sál, hvørs uppruni og lagna ikki eru gerandiskostur. Sagt verður frá einum manni, ið fegin vil gera tað rætta, men í heilum ger tað skeiva."
- Jógvan Ísaksen í Sosialinum

"Høvundurin viðgerð lívið í stuttsøgusavninum "Frøkun Snarljós og hennara dýrabæra ogn". Lívið so forbankað sjarmerandi og beiskt tað enn kann upplivast. Tú hevur varhugan av, at Ólavur skrivar skjótt. Eitt hugskot og so er søgan skrivað, men aftan fyri eitt hugskot er neyðugt við lívsroyndum og innliti. Kennskapur til mannalívið og evnini at innliva seg í viðurskifti hjá fólki eru neyðug, skalt tú endurgeva lívið í stuttsøgu, skaldsøgu ella yrking. Henda kennskap eigur Ólavur."
-Jústinus Eidesgaard í Sosialinum