Sandor/Ida


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2003
Prísur: 140.00
ISBN: 99918-1-348-9
Rithøvundi: Sara Kadefors
Umsett: Hjalmar P. Petersen
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 275

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Sandor/Ida er ein nútímans ungdómsskaldsøga, sum nemur við nógvar trupulleikar, ið eyðkenna tannáringaárini. Bókin er um Sandor og Idu, bæði fimtan ára gomul, sum búgva í hvør sínum býi. Bæði kenna seg ógvuliga einsamøll og sakna ein at tosa við. Hóast tey eru ymisk, finna tey saman á internetinum í einum kjattrúmi. Tey byrja at skriva saman og gerast sálarvinir. Bæði eru kedd av lívinum og vilja broyta tað...

Evnini í bókini verða lýst úr sjónarhorninum hjá Sandori og Idu. Men hvussu fer at gangast teimum? Hvussu fer at gangast Idu, sum fær fyllubytturnar at keypa brennivín fyri seg í rúsdrekkasøluni? Hvussu fer at gangast Sandori, sum satsar alt upp á dansin, tí tað er stóri dreymurin hjá mammu hansara?

Sandor/Ida er ein ógvuliga hugvekjandi og hjartanemandi bók, djúp og dramatisk, sum ger lesaran keddan, bilsnan og glaðan. Tað, at vera sum hini ella vera tað, tú ert, er tann brennandi spurningurin. Torir mann at vera, sum mann er, ella vil mann helst líkjast hinum?