Klaverbókin


Forlag: Egið Forlag
Útgávuár: 2002
Prísur: 150.00
ISBN: 99918-3-118-5
Rithøvundi: Stamen Stantchev
Evni: Sangur, kvæði og vísur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 40

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina - tikið úr fororðinum
"Bókin...eitur 'klaverbókin hjá Stamen', og tað er sjálvandi tí, at Stamen Stantchev, sum er musikklærari í Havn, hevur skrivað bókina, - ta fyrstu klaverbókina í Føroyum! Á permuni er eisini ein barnatekning, sum dóttir hansara Rannvá hevur teknað. Alt í alt ein sera hóskandi perma, tá hugsað verður um, at bókin er skrivað til føroysk børn 'í øllum aldri', - til teirra, sum júst eru farin í holt við klaverspæl, og til teirra, ið longu nú duga væl.
Teir 15 sangirnir í bókini eru snikkaðir saman so viðkomandi, sum til ber, t.v.s at allir sangirnir eru kendir í Føroyum: norðurlendskir sangir, upprunaligir føroyskir sangir, eldri sum nýggir.
At enda eigur Malan Thomsen takk fyri góð ráð og Mentanargrunnur Landsins fyri einasta stuðulin, sum veittur er."

- Á krossmessu 2002. Stamen Stantchev og Bjarni Restorff.