Moyggin ið læt seg nakna fyri unnustanum


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 1997
Prísur: 180.00
ISBN: 99918-44-26-0
Rithøvundi: Jan Wiese
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 149


Samandráttur
Eitt konufólk letur seg úr fyri unnusta sínu á einum miðaldartorgi í Italia. Og unnustin letur ikki hesa kærleiksváttan um seg ganga.
Men hvussu er henda søga komin inn á ovurstóra bókasavnið í Vatikaninum og síðan gloymd har? Í mong hundrað ár hevur loyndarmáæið ligið har - loyndarmálið, ið kann avdúka, hví pávin drekkur so gott vín, og hvussu tað á sinni bar til at keypa sær eitt kardinalembæti fyri eina altartalvur og nakrar reyðvínsbjølgar.
Ein dagin kemur ein einsamallur bókavørður fram á gloymdu søgurnar. Frásøgur um undrið, um kærleika og longsil, hugmóð og tølan. Og listina og veruleikan.
Tá ið bókavørðurin fer undir skjølini úr Vatikaninum, verður úrslitið lagnukviðið.
Hann livir í nýtíðar Rómaborg í tíðini, tá ið undurverk ganga til grundar.