Morgun 1


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2003
Prísur: 20.00
ISBN: 99918-0-330-0
Rithøvundi: Sólrún Michelsen
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 26


Samandráttur
Hetta er ískoytislesibók til byrjanarlesing. Tað serliga við hesari bókini er, at hon er prentað í tveimum ymiskum útgávum. Onnur løtt lisin bók við einari fjøður á permuni til næmingar, ið hava heldur ilt við at lesa, og hin miðal torfør bók við tveimum fjaðrum á permuni til teir næmingar, ið hava lætt við at lesa. Hetta átti at gjørt tað lættari hjá lærarunum at laga undirvísingina til einstaka næmingin, samstundis sum allir næmingar floksins kunnu lesa somu bók á ymiskum torleikastigi. Morgun er gul Snípubók, ið er ætlað 1.- 3. flokki. Bókin er ætlað sum ískoyti til lesibókina, og tí eru høvuðspersónarnir í søguni nevndir Hervør og Høgni sum í lesibókini. Ætlanin er at geva fleiri tílík lesivenjingarhefti út sum ískoyti til vanligu lesibøkurnar til byrjanarundirvísingina í føroyskum. Snípurøðin er eitt samstarv millum Føroya Skúlabókagrunni og Bókadeild Føroya Lærarafelags, har bøkur ætlaðar til lesivenjingingar verða flokkaðar eftir torleikastigi. Tær gulu snípurnar eru ætlaðar 1. – 3. flokki, tær bláu snípurnar 4. – 6. flokki og tær vínreyðu snípurnar 7. flokki og eldri. Í hvørjum liti eru trý torleikastig: 1 fjøður er løtt bók. 2 fjaðrar er miðal torfør bók. 3 fjaðrar er torfør bók. Frammanundan eru hesar gulu snípubøkurnar komnar út: Eg eigi, FS. Børnini í fjøruni, FS. Fæst eisini sum ljóðbók. Barbara og tann horvna bamsan, BFL. Fæst eisini sum ljóðbók. Stóri Tóri og lítla Lív, BFL.