Villini súgdjór í Útnorðri


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2000
Prísur: 39.00
ISBN: 99918-0-189-8
Rithøvundi: Dorete Bloch
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 216


Samandráttur
Bókin er á høgum fakligum støði, og tilfarið er grundað á viðurkend granskingarúrslit, ið eru fingin til vega í altjóða høpi og í Føroyum. Bókin hevur fastan bygnað, so tað er lætt hjá lesaranum at finna upplýsingar, leita og samanbera í tekstunum. Í bókini verða djórini lýst hvørt eftir annað, sum tey verða flokkað djórafrøðiliga, og øll djórini verða lýst og viðgjørd við 6 høvuðsspurningum. 1. Hvussu sær hann ella hon út? 2. Hvussu víða reikar hann/hon, og hvar heldur hann/hon til? 3. Hvørjum livir hann/hon av? 4. Lívsháttur. 5. Hvussu nørist og mennist hann/hon? 6. Stovnsmeting og veiða. Eftir inngangin til hvønn djóraflokk er eitt skipað yvirlit, har ið øll djórini í teimum ymsu djóraflokkunum í Útnorði eru tikin uppí. Myndateksturin er so háttaður, at hann saman við bókatekstinum og myndunum ger bókina nýtiliga á ymsum stigum í undirvísingini. Aftast í bókini er eitt yvirlit við djóraheitum á føroyskum, latínskum, enskum, donskum, norskum, íslendskum og grønlendskum, orðalýsingar, styttingar og bókmentalisti. Myndatekstur: Jenny Lydersen