Benjamin Dugva


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1997
Prísur: 60.00
ISBN: 99918-1-106-1
Rithøvundi: Friðrik Erlingsson
Umsett: Carl Jóhan Jensen
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 124


Av baksíðuni
"Ein fyndarrík og spennandi bók, ein gjøgnumhugsað og hugfangandi søga," skrivaðu íslendsku bløðini um Benjamin Dúgvu, tá ið bókin kom út í 1992. Sama árið fekk høvundurin "íslendsku barnabókavirðislønina" fyri verkið.

Søgan er um eitt hendignaríkt summar í einum grannalagi nærhendis miðbýnum í Reykjavík. Forherðingurin og bakbeistið Svarti Helgi ger um seg og aftrar seg ikki við fúlastu misgerðum.

Fýra vinir kasta tískil saman og stovna eina riddarareglu. Regluna hjá Reyða Drekanum, og fara í hernað ímóti øllum órættvísi í heiminum.

Róland dreki, Andras ørn, Baldur hvíti og Benjamin dúgva hava nógv um at vera hesar summarmánaðirnar og gykla seg inn í eitt ævintýr so hvørt. Men sum ofta er, so fær vinalag teirra ein brest, og ævintýrið skapast við eitt um til kaldan og ófrávíkiligan veruleika...