Sundur og saman


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1997
Prísur: 60.00
ISBN: 99918-1-107-9
Rithøvundi: Birgit Arge
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 112


Um bókina
"Sundur og saman" er um eitt vikuskifti í lívinum hjá Niklasi, sum gongur í framhaldsdeildini í onkrum skúla í Havn. Hann býr heima hjá foreldrunum og tveimum systrum, ið eru væl yngri enn hann. Men hóast mamman nú er heima og hugnar um tey øll, so er ikki alt so gott. Hon er um at kvala øll í umsorgan, og pápin bara skundar sær avstað um morgnarnar og kemur seint aftur um kvøldið.

Men tað er ikki bara tað. Niklas hevur ein gátuføran vinmann, Símun, sum hann bæði ræðist og verður drigin at. Tá ið hann er uppi í leikinum, hendir altíð okkurt ógvisligt, sum Niklas angrar aftaná. Og hóast Niklas roynir at sleppa sær av við hann, er Símun ikki so at basa. Aðrar vinmenn hevur hann ikki, men tað góða er, at floksfelagin Annika vísir Niklasi áhuga...