Stríðið um villini dýrini


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 1997
Prísur: 165.00
ISBN: 99918-44-24-4
Rithøvundi: Finn Lynge
Evni: Nattúra og fiskivinna
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 100


Av baksíðuni
Finn Lynge var borin í heim í Nuuk í Grønlandi í 1933. Eftir loknan barnaskúla fór hann til Danmarkar, har hann tók studentsprógv og fór undir hægri lestur. Seinni fekk hann sær útbúgving í Fraklandi, Italiu og USA sum katólskur prestur. Hann starvaðist sum prestur í Grønlandi í 11 ár og varð í 1974 útnevndur til forstjóra grønlendska útvarpsins. Í 1979 varð hann valdur inn í EF-tingið sum umboð Grønlands og har fyrireikaði hann, at Grønland skuldi taka seg burtur úr EEC í 1985. Starvaðist síðan fyri Inuit Circumpolar Conference (FElagsskapur inuitta í Grønlandi, Kanada og Alaska), sum umhvørvismálasamskipari. Í 1987 fekk hann starv sum ráðgevi hjá danska uttanríkismálaráðnum í grønlendskum viðurskiftum.

Í hesari bókini viðger høvundurin tær ymsu djóraherferðirnar og ta vaksandi stórbýarsiðvenju, sum hesar herferðir eru avleiðing av.

Ímeðan hjørtuni bløða í ídnaðarmentu miðstøðunum fyri teimum smáu nósunum og svidningunum, stórhvali og loðdýrum á óbygdum leiðum, verða tær síðstu veiðumentanirnar í útjaðarum siðmenningarinnar raktar meinari og meinari.

Heimangerðin við hesari bókini er at royna at fáa fólk at skilja sjónarmiðini og veruleikaupplýsingarnar í hesum sambandi, sum fjølmiðlarnir sjáldan leggja í at geva sær far um. Ynski er at skapa gróðrarlendi fyri, at bæði býarmenniskjuni og veiðimennirnir av óbygdum leiðum kunnu hóra undan við lívinum í okkara felags framtíð.