Lívið er eitt spæl


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1997
Prísur: 105.00
ISBN: 99918-1-1168
Rithøvundi: Erling Pedersen
Umsett: Sjúrður Gullbein
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 124


Av baksíðuni
Eyði og Áki hava altíð verið vinmenn, og báðir ganga í studentaskúla á Kambsdali. Áki hevur tikiå koyrikort, so nú ber alt til. Men so kemur Lisa upp í leikin, og brádliga varnast Eyði, at hann er um at missa tamarhaldið.

"Lívið er eitt spæl" snýr seg um viðurskiftini millum tey trý - fyri og eftir 'vanlukkuna'. Og um hetta at gerast vaksin og taka ábyrgd av tí, tú gert. Bókin viðger vandamál, ið eru meira átrokandi nú enn nakrantíð: Ferðsludeyðin, tey ið sleppa undan, men verða kryplað fyri lívið - og hvussu vit skulu bera okkum at ímóti teimum.