Teir tóku land 2


Forlag: Tjarnardeild
Útgávuár: 1997
Prísur: 268.00
ISBN: 99918-935-0-4
Rithøvundi: Jógvan Arge
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 206


Av baksíðuni
Teir tóku land 2 - Føroyingar í Grønlandi.

Í aåru bókini í røðini "Teir tóku land" tekur Jógvan Arge tráðin upp eftir pápa sín, sum skrivaði fyrstu bókina um føroyskan skipsfiskiskap og útróður í Grønlandi.
Bókin eftir Niels Juul snúði seg um tær fyrstu føroysku fiskiroyndirnar í Grønlandi og gongdina í tí sera spennandi føroyska grønlandsmálinum til seinna heimsbardaga.
Jógvan fer nú undir árini eftir heimsbardagan, og hesaferð verður serliga gjørt burtur úr árunum frá 1945 til umleið 1950.
Fyri heimsbardagan var Grønland eitt stongt land, men eftir heimsbardagan bleiv politikkurin, at landið skuldi mennast og latast upp.
Føroyskar skonnertir, sluppir og nakrir trolarar fóru til Grønlands, men høvdu ongar hentleikar. Norðmenn og danir løgdu í vaðið, og kapprenning tók seg upp um at byggja í Føroyingahavnini.
Nakrir føroyingar róðu út fyri danska fyritøku í Tovqussaq, men skjótt fóru menn aftur í Føroyingahavnina og Ravns Stóroy upp á egin hond at rógva út fyri summarið.