Liv sigrandi í Kristusi


Forlag: Rhema
Útgávuár: 2002
Prísur: 70.00
ISBN: 99918-3-129-0
Rithøvundi: Fríðtór Debes
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 42

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um rithøvundan og bókina - av baksíðuni
FRÍÐTÓR DEBES er fyristøðumaður í samkomuni Rhema í Havn. Hann hevur prædikað tað fulla evangeliið um Jesus Kristus í uml. 25 ár. Í dag undirheldur samkoman nógvum trúboðarum runt um í heiminum. Eisini stuðlar samkoman satelittarbeiði, ið nær 1,2 milliardir muslimar.

VAKNA, TÚ, SUM SVEVUR!
Tað er langt útliðið á profetisku klokkuni. Vit eru nærri endanum í dag, enn vit vóru, tá vit fyrst komu til persónliga trúgv á Harran. Bardagin um sálirnar er harður og harðnar fyri hvønn dag, ið gongur. Úrslitið avgera vit sjálvi.
Nú er tíð at vakna úr svøvni og akta eftir, hvat Guð orð sigur, at vit eiga at gera. Hygg, hvat stóri ápostulin Paulus sigur við efesusmenn í Ef. 5:14
Tí sigur skriftin: "Vakna, tú, sum svevur, og rís upp frá hinum deyðu, so skal Kristus lýsa tær!"
Tað er ikki líkamikið, hvussu vit liva. Eitt er, at vit gerast kristin, eitt annað, um vit halda út og koma sigrandi úr bardaganum. Nógv eru tey, ið ein dag byrjaðu við Jesusi. Alt var so ljóst og spennandi, men so gekk tíðin og vegurin gjørdist heldur tungur og knortlutur. Freistingarnar at fara aftur til gamla lívið gjørdist ov svárar, og úrslitið varð, at tey fullu frá Harranum og vendu aftur til gamla lívið, ið tey áður flýddu frá.
Tað finst altíð ein orsøk til, at menniskju falla frá Guði. Orsøkirnar kunnu vera nógvar t.d. freistingar, synd, mótloysi, ikki at koma til Guðs orð, misrøkt bønarlív, lesa ikki Guðs orð o.s.fr. Men óansæð hvat hendir, so ber til at koma aftur til Harran, játta sínar syndir, og fara víðari við Guði.