Auto altíð til tænastu


Forlag: Egið
Útgávuár: 2002
Prísur: 278.00
ISBN: 99918-3-131-2
Rithøvundi: Magnus Gunnarsson
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 269

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
MAGNUS GUNNARSSON úr Tórshavn, f. 1952, hevur skrivað bókina, "AUTO - altíð til tænastu", fyri P/F Auto. Hann er útbúgvin bilmekanikari og hevur altíð havt stóran áhuga fyri bilum og bilvinnugreinini sum heild. Auto var ein partur av hansara uppvøkstri, við tað at pápin, Eigil Gunnarsson, var ein av stovnarunum av støðini og koyrdi har. Magnus ummælir eisini bilar í føroysku fjølmiðlunum.

"AUTO - altíð til tænastu" er eitt 50 ára minnisrit um bilstøðina Auto og um hýruvognskoyring í Tórshavn og út frá býnum.

Auto hevur røtur aftur til Taxa í Vágsbotni, sum varð stovnað í 1944.

Tá løgmaður í 1948, eftir eina jarðarferð, leigaði ein hýruvogn, førdi tað til hvast orðastríð millum Dagblaðið og Dimmalætting.

P/F Taxa varð stovnað 17. desember 1952.

Frá 1953 til 1955 vóru tvær støðir í býnum, ið nevndust Taxa.

Í tvey ár koyrdi eitt sakarmál millum P/F Taxa og Taxa.

P/F Taxa bleiv til P/F Auto í 1955.

Bilstjórafelagið Samfylking bleiv stovnað í 1957.

Tey á landavegnum eiga ikki at gjalda skatt.

Fyrsti hervegur í Føroyum í friðartíð.

Auto byrjaði skipaða rutukoyring eftir Oyggjarvegnum í 1964.

Ferðafólkini máttu skifta bil uppi í fjøllunum.

Plátuspælarar, kraftblokkar og plátuvendarar.