Jólaoratoriið


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 169.00
ISBN: 978-99918-76-66-5
Rithøvundi: Gøran Tunstrøm
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 375

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um rithøvundan og bókina
Jólaoratoriið byrjar í svenska býnum Sunne, har fólk gera seg til at syngja og spæla hitt fagnaðarríka Jólaoratoriið eftir Bach. Haðani veksur skaldsøgan fram. Hon røkkur um trý ættarlið, byrjar í tríatiárunum og endar í dag. Søgugongdin fer fram millum Värmland og landafrøðiliga mótpol tess – Nýsæland.

Hóast Jólaoratoriið er ein bók um sorg og longsil, so ivast høvundurin ikki í kærleikans mátti, sum er „at geva einum øðrum menniskja lívsmegi“ og viðurkenna lívið, sum tað er. Sum ein tráður ígjøgnum alla søguna við øllum teimum ríku og skiftandi tilburðunum gongur leitan Sidners Nordenssonar eftir einari javnvág ímillum sorgina, sum heldur fram at níva, og kærleikans lívsjáttandi og lekjandi megi. Sonur Sidners verður tónlistamaður og kemur aftur til Sunne, har hann stjórnar Jólaoratorii Bachs, sum endar við hesum orðunum á enskum máli: „You shepherd folk, be not afeared,/because the angel tells you:/that this weak babe/shall be our comfort and joy,/there to subdue the devil/and bring peace at last.“

Bókin Jólaoratoriið er tað, vit rópa tíðarleys. Ein fagnaðarkvøða til menniskjanna gátuføru evni at vísa frøi og bera trega, hvar tey enn hava fingið sess í lívinum.

Tunström var ein tann mætasti svenski rithøvundur í nýggjari tíð. Frásøgumaður av Guðs náði. Viðurkenningar: Bòkmentavirðisløn Norðurlandaráðsins (1984), Litteraturfrämjandets stora romanpris (1984), Selma Lagerlöfpriset (1987), De Nios Pris (1992), Augustpriset (1998), Tegnerpriset (1999). Gitnar bøkur: "Guddötrarna" (1975), "Prästungen" (1976), "Ökenbrevet" (1976), "Jólaoratoriið" (1983), "Tjuven" (1986), "Skimmer" (1996), "Berömda män som varit i Sunne" (1996) - umframt yrkingasøvn og stuttsøgusøvn.

JÓLAORATORIIÐ eftir Göran Tunström er ein av ríkastu og mest yndaðu svensku skaldsøgunum seinastu fjórðingsøldina, og sum vera man er bókin týdd til nógv onnur mál. Fyri bókina fekk rithøvundurin tær størstu viðurkenningar. Jólaoratoriið hevur fleiri ferðir verið ført fram á leikpalli, og Kjell-Åke Andersson hevur fingið stóra viðurkenning fyri filmin.