Streingir ið tóna V


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2002
Prísur: 160.00
ISBN: 99918-49-33-5
Rithøvundi: Símun av Skarði
Evni: Bókmentafrøði
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 102

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Úr formælinum
Íslendingasøgan Víggja-Glúms søga kom fyrst á prent á føroyskum sum framhaldssøga í "Ungu Føroyum" frá nr. 1 1914 til og við nr. 6 í 1915 og kom síðan út í bók í 1920, prentað í prentsmiðju Føroya amtstíðinda. Í hesari aðru útgávu av Víggja-Glúms søgu í bók er ættartal sett inn fremst í 5. kapitli, sum hoyrir til har, men sum týðarin legði burturúr, sbr. formála hansara. Stavsetingin er lagað til tað, sum nú er í gildi og smærri tillagingar og rættingar eru gjørdar. Øll stakørindi í søguni eru týdd uttan eitt, sum Glúmur kvað, eftir at hann hevði droymt verndarandan hjá abba sínum (IX kap.); tað hevur týðarin lagt burturúr. Týðarin hevur sett nakrar fáar undirgreinir við frágreiðingum um sjáldsom orð og søgulig fyribrigdi; í hesu útgávuni eru nakrar frágreiðingar settar aftrat, sum styðja seg til útgávuna "Íslenzk forntir IX", Reykjavík 1956, Jónas Kristjánsson gav út.

Ritsj.
Mai 2002