Tónleikur 2002


Forlag: Studio Pegasus
Útgávuár: 2002
Prísur: 159.00
ISBN: 99918-3-126-6
Rithøvundi: Ymsir
Evni: Tónleikur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 127


Samandráttur
Tónleikaárbókin er ein lýsing av tónleikalívinum í Føroyum seinasta árið í orðum og myndum. – Har eru fleiri nýggjar greinar, og nógvar myndir, sum ongantíð hava verið at sæð áður, sigur Eyðun Klakstein, sum hevur redigerað bókina. Bókin er bygd á tilfar, sum hevur staðið í Sosialinum og á pop.fo seinasta árið, umframt tær nýggju greinarnar. Alt tilfarið er skrivað og redigerað av nýggjum. – Ótrúliga nógv gongur fyri seg í føroyska tónleikaheiminum, og seinasta árið hevur verið ótrúliga merkt av, at føroyskir bólkar hava verið uttanlands og gjørt um seg, greiðir Eyðun frá. – Tónleikabókin er ein tíðarmynd av føroyskum tónleiki , og ætlanin er at gera hana til ein fastan tátt. Fyrstu ferð tónleikaárbókin kom út var í fjør. Tá vóru tað Sosialurin og Studio Pegasus, sum góvu bókina út í felag, men í ár er tað bara Studio Pegasus, sum stendur fyri útgávuni.