Karr


Forlag: Fannir
Útgávuár: 2002
Prísur: 100.00
ISBN: 99918-49-35-1
Rithøvundi: Steinbjørn B. Jacobsen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 55

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Sjálvt heitið á savninum kemur fyri í yrking, sum leitar sær íblástur frá Jesaja profeti: »Troysta ikki á menn, ið bert hava lítið fleyr av anda í nasum sínum, hvat virði hava teir?« Her er eisini hugtakandi yrkingakringur, tíggju yrkingar um nakrar av málningum Mikines-málarans, og ikki óvæntað eru í savninum yrkingar, ið nerta við tað sjálvbjargnisstríð, vit føroyingar enn standa í. Men Steinbjørn er ikki tjóðskaparskald í trongari merking. Ein samtíðarmaður hevur skrivað soleiðis um hann: »Man ikki Steinbjørn vera tann føroyskasti yrkjarin av øllum føroyskum yrkjarum, sum nú eru á lívi? Nú heldur onkur meg hugsa um tjóðskaparmannin. Nei, eg hugsi um tann ljómbotn, ið litar skaldsins hug, sum fær megi og mál úr føroyskari náttúru, á sjógvi og landi, í á og fjøru, í líðum, á tindum, í gjótum og giljum, í dølum og botnum, í skriðum og eyreygum, í urðum og bjørgum - allastaðni.« Bárður Jákupsson hevur gjørt kápu til bókina.