Vit práta og tekna 2


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2002
Prísur: 77.00
ISBN: 99918-0-203-7
Rithøvundi: Hallgerð Hansen
Evni: Skúlabøkur, føroyskt mál
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 57

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Vit práta og tekna 2 er komin út í nýggjum og broyttum líki. Hallgerð Hansen, serlærari, hevur skrivað og Janus Dam Guttesen hevur teknað. Bókin er ein liður í einum samlaðum undirvísingartilfari, men kann eisini verða brúkt einsamalt ella sum ískoyti til annað undirvísingartilfar í byrjanarundirvísingini. Tað er gjørt sum eitt arbeiðshefti og ætlanin er, at næmingar við myndum, rímum og stuttum setningum skulu fáa eina fatan av smálutunum í málinum. Eins og í Vit práta og tekna 1 eru teknisøgur at fjølrita til næmingarnar aftast í bókini. Har er eisini ein stutt læraravegleiðing, ið gevur leiðbeining til hvørja síðu í arbeiðsheftinum. Vit práta og tekna bøkurnar eru hentar hjá læraranum at fáa eina hóming av, hvussu búgvið barnið er handaliga, málsliga og at fara at lesa. Her verður prátað, teknað og lurtað eftir ljóðum. Somuleiðis eigur at verða spælt og sungið. Vit práta og tekna 2 viðger sjálvljóðini og tvíljóðini.