Farvæl harra Muffin


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2002
Prísur: 90.00
ISBN: 99918-1-302-0
Rithøvundi: Ulf Nilsson
Umsett: Ebba Hentze
Evni: Smábarna- myndabøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 44

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Ein genta eigur ein hamstara, ið eitur Harra Muffin. Einaferð var hann ungur og sterkur og orkaði at bera og dragsa agurkur, men nú er hann gamal, móður og gráur. Hann hugsar um lívið hjá sær og mjatlar eina mandlu. Ein mikudag fær Muffin brádliga ilt í magan. Tey senda boð eftir djóralæknanum, men hon kannar hann og bara ristir á høvdinum - har er onki at gera …

Farvæl, harra Muffin er ein heilskapað og hugvekjandi myndabók um tað at gerast gamal og doyggja. Bókin lýsir eisini, hvussu børn hugsa um deyðan, tí gentan, ið eigur hamstaran, skrivar honum brøv, sum vit sleppa at lesa. Tað hevur hepnast Ulf Nilsson og Annu-Claru Tidholm í orðum og myndum at gera harra Muffin so livandi, at minnið um hann gerst ógloymandi.