Stóra klaffabókin hjá Flekki


Forlag: Bókadeils Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2002
Prísur: 85.00
ISBN: 99918-1-301-2
Rithøvundi: Eric Hill
Umsett: Eyðna Magnussen
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 20


Samandráttur
Flest øll børn í Føroyum kenna Flekk, hóast tað eru nøkur ár síðan seinasta bókin um heimsgitna, flekkuta hundahvølpin kom út hjá okkum. Tað merkir tó ikki, at høvundurin, Eric Hill, er givin, tí framvegis koma nýggjar Flekk-bøkur á hvørjum ári. Áður var tað forlagið Nýlendið, ið gav Flekk- bøkurnar út, men framyvir verður tað so Bókadeild Føroya Lærarafelags, sum fer at standa fyri føroysku útgávunum.

Henda bókin er stór klaffabók. Saman við Flekki og vinum hansara uppliva vit mangt spennandi og stuttligt. Bókin er á tremur við klaffum at lata upp, og tað ger tað stuttligt at læra tøl, litir o.m.a