Harry Potter og eldbikarið 4


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 2002
Prísur: 120.00
ISBN: 99918-1-333-0
Rithøvundi: J. K. Rowling
Umsett: Malan Háberg
Evni: Ungdómsbøkur
Innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 578

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Henda bókin byrjar øðrvísi enn tær undanfarnu, tí Harry verður ikki nevndur fyrr enn allar seinast í fyrsta kapitli. Tað er sjálvur Voldemort, tann óndi gandakallurin, ið drap foreldrini hjá Harry, sum er afturíafturkomin, og fremur enn eina illgerð. So venda vit okkum til Harry, sum eins og í hinum bókunum er í summarfrítíð, tá ið søgan byrjar. Harry gleðir seg at fara aftur til Hogwarts at ganga í skúla. Hann er spentur og gleðir seg at síggja vinir sínar, Ron og Hermione, aftur. Og nakað serligt er á skránni í ár: Heimsmeistararskapurin í quidditch er í Onglandi, og Arthur Weasly, pápi Ron, hevur skaffað teimum øllum atgongumerki til finaludystin. Fosturfaðirin játtar Harry at sleppa við Ron og teimum, men tað er ikki við góðum vilja… Quidditchmeistaraskapurin gerst ein ógloymandi uppliving, ikki minst tí myrkursins gandakallar nýta høvi at føra seg fram.

Nakað serligt er á vási í Hogwarts í ár: ein loyndarfull kapping, sum tveir aðrir skúlar taka lut í. Harry og øll hini fáa onki at vita, fyrr enn tey eru komin á skúlan. Brátt snýr alt tosið seg um kappingina, og samstundis gera Voldemort og hansara fólk alt meira um seg…
Henda bókin er daprari enn tær undanfarnu, men ikki minni væl skrivað. Meistaraliga megnar Rowling at tvinna teir nógvu søgutræðrirnar saman í seinastu kapitlunum, tá ið alt gongur upp sum eitt undurfult putlispæl. Og sum ikki einaferð verður lesarin ferð eftir ferð tikin á bóli, tá ið hann ásannar, at onki er, sum hann trúði. Tað er ikki av ongum, at bøkurnar um Harry Potter hava farið sanna sigursferð um allan heimin. Tær eru framúr væl skrivaðar!