Tað nýggja Atlantis


Forlag: Bókadeildin - Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2002
Prísur: 200.00
ISBN: 99918-0-321-1
Rithøvundi: Ymsir
Umsett: Hanus Kamban
Evni: Stuttsøgusøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 287

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í savninum eru 15 stuttsøgur eftir høvundar sum Ray Bradbury, Isaac Bashevis Singer,
H. G. Wells, Graham Green o.a. Tær flestu stuttsøgurnar eru týddar fyri stuttum, og tær, ið hava verið umsettar fyrr, eru her í nýggjari týðing.
Hanus Kamban hevur eisini skrivað drúgva grein um vísindaskaldskap frá 1816-1975, ið er prentað aftast í savninum. Har verða rithøvundar og verk teirra lýst og sett í bókmentaligt og vísindaligt tíðarhøpi. Í greinini verður eisini greitt frá tekstasløgunum furðu (fantastikkur) og sveim. Bókin er tí væl egnað til undirvísing í miðnámsskúlunum.
Vit liva í eini tíð, har vit nærum hvønn dag uppliva stór tøknilig framstig. Áhugavert er tí at lesa stuttsøgur, har kendir rithøvundar longu tíðliga í 19. øld lýstu verk, ið menniskjan framdi við sínum hugflogi og síni neyvu vitan um náttúrufrøði og tøkni. Ofta má lesarin ásanna, at vísinda-skaldskapurin ikki altíð er veruleikafjarur. Sum týðarin sigur: "..øll menning í dag gongur við slíkari ferð, at hon í mongum førum longu hevur fingið skaldskapin aftur, ella lagt hann afturum."
Edward Fuglø hevur gjørt permuna