Anna Frank dagbókin CD


Forlag: Bókadeildin
Útgávuár: 2003
Prísur: 472.50
ISBN: 0
Rithøvundi: Anna Frank
Umsett: Frida Sofía Johannessen
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 318

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um ljóðbókina
Dagbókin hjá Onnu Frank er millum mest lisnu bøkur í Vesturheiminum eftir seinna
heimsbardaga. Bókin er ein innilig lýsing og eitt tungt farvæl. Eitt ómissandi skjal um eitt tíðarskeið, vit aldrin mugu gloyma.
Anna skrivar í fyrstuni um seg sjálva sum eina væl umtókta gentu, um góðar vinkonur og troyttandi
dreingir. Hon fortelur um flokkin, hon gongur í, dreingirnar og genturnar, vinkonurnar og systrina,
Margot. Um tryggu tilveruna, hóast allar tær strongu lógirnar, ið vórðu settar í gildi fyri jødar - líka
til Margot 8. juli 1942 fær boð um at møta hjá SS. Yvir háls og herðar rýma tey og fjala seg í
Bakhúsinum, har pápin arbeiðir.

Anna Frank er 13 ár, tá ið vit hitta hana, og hon er 15, tá ið hon sigur farvæl. Hetta tíðarskeiðið
fylgja vit einari gentu, ið búnast og gerst sjálvstøðugt. Hon sigur frá sínum loyniligastu hugsanum,
og vit lesa um, hvussu illa hon situr um sátt við mammuna, um gerandisdagin í Bakhúsinum, um
hennara dreymar og kynsligu menning. Seinasta hálva árið eru hon og Petur væl, og bæði fáa tey
roynt kærleikan.

Anna var gentan hjá pápa sínum. Tað varnast tú skjótt, meðan tú lesur. Hon heldur, at mamman
ger mismun og heldur meira um stórusystrina, Margot. Ongin hugsaði um Annu, hennara longsul,
hennara sakn. Bara dagbókin skilti hana, og hjá Peturi fann hon hita og troyst.

----------------

Um várið 1944 droymdi Anna Frank um, at hon skuldi geva út eina bók, tá ið kríggið var av. Hon
ætlaði, at dagbókin, sum hon skrivaði frá 12. juni 1942 til 1. august 1944, skuldi vera støðið undir
bókini. Men 4. august 1944 kom ein SS-heryvirmaður og tríggir hálendskir hjálparmenn frá "Grüne
Polizei" og handtóku hana og hinar jødarnar, sum fjaldu seg saman í Bakhúsinum í Amsterdam.
Onkur hevði svikið tey. Sama dag bjargaðu hjálparfólk teirra øllum, ið Anna hevði skrivað.
Anna Frank doyði í týningarleguni Bergen-Belsen í februar/mars 1945. Eitt tað seinasta, hon
skrivaði í dagbókina, var: "Eg vil liva, eftir at eg eri deyð." Hetta ynski hennara varð uppfylt.

Sum áður nevnt skrivaði hon dagbók frá 12. juni 1942 til 1. august 1944. Fyrstu tíðina skrivaði hon
bara til sín sjálvs, men um várið 1944 gjørdi hon av, at hon skuldi geva eina bók út eftir kríggið. Tí
fór hon undir at skriva dagbókina av og laga hana til. Samstundis skrivaði hon eisini í upprunaligu
dagbókina. Tá ið pápi Onnu, Otto Frank, eftir kríggið fekk alt tilfarið, valdi hann at ganga ynskinum
hjá dóttrini á møti og lata dagbókina koma út sum bók. Hann nýtti báðar dagbøkurnar, ta
upprunaligu og tað tillagaðu, í hesi fyrstu útgávuni. Nógv varð lagt burturúr, m.a. tí Anna skrivaði
frítt um tað kynsliga - og so vildi hann ikki, at nakar skuldi hugsa ilt um konuna og hini, ið
krógvaðu seg saman við teimum.


Í 1982 kom út nýggj útgáva, ið Mirjam Pressler ritstjórnaði. Bókin var nú er fjóðring størri enn
tann fyrsta, og henda útgávan gevur eina sanna mynd av einari vitugari, kenslusamari ungari gentu,
ið er fyri teirri ræðuligu vanlagnu, at verða innistongd og krógvað burtur, 13 ára gomul. Seinast í
1990 árunum komu fimm higartil ókendar blaðsíður undan kavi. Nøkur brot úr teimum eru
lagdar afturat í hesari útgávuni.

Katarina Nolsøe lesur.

Bókin er á 12 fløgum. Tíðin er umleið 13 tímar.