Skálvíksdrongur sildarkongur bd. 1 Av bekki á borgir ljóðbók á bandi


Forlag: Egið
Útgávuár: 2002
Prísur: 300.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Óli Breckmann
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 0


Av baksíðuni
"Tað er langt síðan, vit báðir Eiler fyrstu ferð tosaðu um, at hann átti ikki at sloppið at lagt árarnar inn, uttan at í hvussu er nakað av søguni um hansara lívsverk kom á prent. Víðfevnda virksemi hansara hevur fingið nógva umrøðu í bløðum, útvarpi og sjónvarpi, so at nógvir føroyingar kenna hann av navni. Men navngitni í fjølmiðlunum er stokkut. Uppi í dag, gloymdur í morgin. Ein hending her, onnur har. Tað mesta leys ørindi í lívsins kvæði og petti í lívsins putlispæli, um tey ikki verða sett saman og løgd liðug til eina heild í orðum og myndum. Tá krevst eitt miðvíst átak til bókaverk sum hetta, skrivað yvir eitt hendingaríkt mannalív.
Vónandi kveikir hesin lesnaður rík minni hjá fólki í eldra ættarliðinum, sum hava livað í hesum 70 ára tíðarskeiði, sum hava siglt og fiskað saman við Eiler, hava flutt førningin fram á vegin og rúmkað ræsurnar hjá øllum føroya fólki. Bøkurnar fáa vónandi eisini yngri ættarlið at skilja, hvussu ómetaliga nógv knoss er lagt í at røkka núverandi livistøði."
- Óli Breckmann

Óla Jákup Rólantsson lesur.

Bókin er á 9 bondum. Tíðin er 9 tímar og 20 min.