Blankan feld og sterkar labbar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 169.00
ISBN: 978-99918-76-57-3
Rithøvundi: Ingela Strandberg
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 252

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Av baksíðuni
Søgan er um kærleikssambandið millum eina unga gentu og ein eldri mann. Tey hoyra hvør til sína stætt. Hon hevur ótryggan uppvøkstur og syngur í einum rokkorkestri. Hann er giftur, er professari og hevur hjarta­trupul­leikar.

Bæði tvey leita. Hon býr einsamøll í einum smáum hús­um burtur á bygd í Svøríki. Tað hevur hon gjørt síðan fyrst mamman og síðan abbin doyðu. Hon er grenjut, stygg og ólukkulig, men droymir í loyndum um eitt ann­að lív.

Hann hevur royndir við kærleika og aðrar lívsroyndir og ber henni kunnleika, sum er langt uttan fyri hennara sjónarring.


Blankan feld og sterkar labbar er ein brennandi heit kærleikssøga ímillum eina unga, verjuleysa gentu og ein aldrandi akademikara í svárari lívskreppu. Bókin er á mangan hátt sera einføld og er ivaleyst eftir ansinum hjá onkrum ovbyrjað við kynsligum ráskapi, sum ikki er fyri viðkvæmar sálir.

FYRR : 169,00