Anarkai


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelags
Útgávuár: 1998
Prísur: 128.00
ISBN: 99918-1-151-6
Rithøvundi: Per Nilsson
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 206


Av baksíðuni
"Ongantíð í lívinum fari eg at gloyma dagin, tá ið hann kom.
Dagin, tá ið hon eisini kom.
Hann kom við litunum og ævintýrunum, og hon kom við...Sigi eg eg Lívinum ella Kærleikanum, ljóðar tað ov hátíðarligt og býtt. Men soleiðis fari eg at minnast tað: Hon kom við lívinum og kærleikanum.
Litunum og gleðini og harminum og sorgini og kærleikanum og lygnini og sannleikanum og lívinum. Fyrst kom hann, síðan hon, og so alt hetta."

Jóhan er oftast einsamallur. Ongantíð kemur nakar at vitja, og sjáldan ringir telefonin. Hann situr framman fyri telduni. Lesur. Hugsar og droymir. Men tann dagin, Anarkai kemur, broytist alt.