Skortleysir manndráparar


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 188.00
ISBN: 978-99918-76-53-5
Rithøvundi: Henning Mankell
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Krimisøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 350

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Um bókina
Tíðliga ein morgun um nýggjársleitið 1990 kemur ein bóndi í Skána fram á eina skelkandi sjón. Um náttina eru grannafólk hansara myrd. Undir teirri høpisleysu óbótagerðini hava illgerðarmenninir sýnt ófatiliga ráan harðskap. Einasti tráður, løgreglan hevur at ganga eftir, er eitt orð, sum gamla konan grælaði fram, áðrenn hon doyði: "Útlendsk". Tá ið onkur letur tað leka út til fjølmiðlarnar, fara kreftir, ið eru flóttafólki fíggindaligar, at gera seg inn á flóttafólkalegur, og hesar kreftir í svenska samfelagnum gerast løgregluni ein meinur fíggindi, meðan leitað verður eftir teimum ókendu manndráparunum.


Bókin varð kosin til bestu svensku brotsskaldsøgu í Svenska Deckarakademin 1991. Vann Glasnyckeln frá Skandinaviska Kiminalsällskapet sama ár sum besta brotsskaldsøga.