Keisarin av Portugáliu


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 169.00
ISBN: 99918-44-28-7
Rithøvundi: Selma Lagerløf
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 185

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Keisarin av Portugáliu (1914) er søgan um fátæka smámannin Jann Andersson í Skróbyrgi og hansara markleysa kærleika til dóttrina Kláru Fínu Gullborg. Dóttirin fer til Stokkhólms og kvettir sambandið við foreldrini. Jann fær frænir av, at hon ger annað enn tað, hann hevði ynskt skuldi gerast hennara lutur. Kærleiki hansara til hennara dragnar ikki, men sjálvur fer hann av vitinum. Hann fer at liva ta lívslygn, at hann heldur dóttrina vera vorðna keisarinnu, og hann útnevnir seg sjálvan til keisara í sjáldsama ríkinum Portugáliu.

Myndin av Jann er vøkur og hjartanemandi. Selma Lagerløf setur serligan ljóma um henda faðirkærleika, sum gongur út um alt mark, og tá ið Jann samstundis mennir evnini at síggja inn í framtíðina, fær myndin eitt dult og frumsagnaligt brá.