Lopra


Forlag: Egið
Útgávuár: 1998
Prísur: 120.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Erling Poulsen
Evni: Bygda- og lokalsøgur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 93


Av baksíðuni
"Lopra, niðusetubygd og hvalastøð."

Eitt løgið navn hugsar onkur, og tað er tað kanska. Søgnin sigur, at írar búðu í teimum sunnastu oyggjunum, tá ið víkingarnir komu. Niels Vinther sigur í "Færøernes Oldtidshistorie", at írarnir í sunnaru helvt av Suðuroynni vórðu týndir av víkingunum í Núpinum, ið er millum Lopra og Vág. Írarnir høvdu ein hund, sum varð kallaður Lopran. Hann var eisini dripin í Núpinum og blakaður á sjógv, og plássið, har hann rak á land, fekk navnið Lopra eftir honum. Um tað var so, at Lopra var bygd í forðum av írum, áðrenn víkingarnir komu, er ilt at siga, tí tað eg veit, er eingin søga um Lopra. Men fyri ikki so nógvum árum síðani kom maður, ið velti har í bygdini niður á steinseting, sum mest var átøk eini drening, og skilligt var, at hon var gjørd av mannahondum. Kanska var hon frá írskari búseting, hvør veit?