Við deyðanum í hølunum


Forlag: Nýlendi
Útgávuár: 2002
Prísur: 49.00
ISBN: 99918-40-21-4
Rithøvundi: Henrik Einspor
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 180


Samandráttur
Harrans árið 1352
Ikki eitt og hvørt hissini ár. Tað skalt tú ikki halda.
Svarti deyði hevur herja Evropa.
Frá Miðjarðarhavi fyri sunnan til nálaskógirnar langt her norðuri sæst líggjafarið eftir drepsóttina.
Allastaðni hevur Deyðin heystað, eingin hevur verið spardur ríkur sum fátækur, gudrøkin sum vantrúgvandi, børn sum vaksin.
Øll hava noyðst at dansa deyðadansin.
Býir liggja frágingnir og heilir landspartar eru manntómir, tí ongantíð áður hevur ein sovorðin ólukka rakt menniskjuni.
Men nú er drepsóttin umsíðir avhæsað.
Vetrardagur er. Ígjøgnu oydnu landspartarnar blæsur vindurin kaldur og dapur. Kavin hevur lagt sítt hvíta lok oman yvir alt, so eina løtu er vesaldómurin fjaldur.
Líggjamaðurin tekur sær av løttum, hvílir seg, meðan hann bíðar eftir várinum....