Talbók vit rokna


Forlag: Føroya Skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2002
Prísur: 117.00
ISBN: 99918-0-300-9
Rithøvundi: Katrin Gullbein
Evni: Lærubøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 63


Samandráttur
Nýtt tilfar í støddfrøði til yngru børnini.

TALBÓK ætlað fyrsta flokki sum ískoytistilfar í undirvísingini í støddfrøði, er nú komin í bókabúðirnar.
Høvundur er Katrin Gullbein, lærari. Astrid MacDonald hevur gjørt tekningarnar í bókini.
Bókin gevur næminginum møguleika at arbeiða miðvíst við tølunum 1-100.

Talbókin er í trimum pørtum:

Fyrsti partur, tølini 0-9, er væl hóskandi í byrjanarundirvísingini, tá ið dentur verður lagdur á at venja talskriving, tøl og mongdarlæru.
Annar partur, tølini 10-100, stuðlar somuleiðis mongdarlæru og talvenjing.
Hóskandi er at fara undir henda partin, tá ið næmingarnir hava lært tey smærru tølini.
Triði partur, tær seinastu 13 síðurnar, eru verklig evni, sum flokkurin kann arbeiða við í stutt ella long tíðarskeið. Næmingarnir loysa uppgávurnar í felag.