Frá diakonissuni til sjúkrasystrina


Forlag: Sjúkrasystrafelag Føroya
Útgávuár: 1998
Prísur: 268.00
ISBN: 99918-3-047-2
Rithøvundi: Wanja Petersen
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 230


Úr fororðinum
"Í nógv ár hevur søgubólkurin undir Sjúkrasystrafelag Føroya savnað ymiskt tilfar, sum hevur við sjúkrasystrayrkið at gera. Nú felagið hevur 10 ár á baki sum sjálvstøðugt felag, verður ein partur givin út sum greinasavn. Endamálið er at lýsa tíðarskeiðið "Frá diakonissu til sjúkrasytur".

Í hesum greinasavni er skrivligt og myndaligt tilfar, frá tí fyrstu diakonissuni, sum varð sett í starv í Føroyum, til sjúkrasystrar, sum eru í starvi í dag. Samrøður við eldri sum yngri sjúkrasystrar, sum geva eina mynd av, hvussu sjúkrasystrayrkið er broytt gjøgnum tíðina. Her eru upprunaskriv millum Danmark og Føroya. Nógvar áhugaverdar myndir eru við. Sjúkrasystraútbúgvingin er lýst fram til dagin í dag.
Wanja Petersen, sjúkrasystir, hevur skrivað tær bandaðu samrøðurnar við eldri sjúkrasystrar og valt myndir og annað tilfar úr savninum.
Vegna Sjúkrasystrafelag Føroya takki eg øllum, sum hava latið tilfar til hetta greinasavn."

1. oktober 1998
Joan Ziskason, forkvinna