Isabel gøtubarn í Rio


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2002
Prísur: 60.00
ISBN: 99918-1-291-1
Rithøvundi: Mecka Lind
Umsett: Jacob Meinhard Sólbjørg
Evni: Ungdómsbøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 186


Samandráttur
Átta ára gamla Isabel, foreldur hennara og systkin eru arbeiðsfólk á einum garði onkustaðni uttanfyri Rio de Janeiro í Brasilia. Ein dagin fær pápin hjartaslag og doyr, og mamman og systkini noyðast nú at stríðast fyri føðini. Elsta systir Isabel verður send á bóndagarðin at arbeiða, men menninir á garðinum gera seg inn á hana, og eitt kvøldið brúkar hon knív og stingur ein mann niður. Nú er einki annað at gera enn at rýma, og sama kvøldið fer stórasystirin avstað. Isabel hoyrir, at okkurt er á vási, og hon ger av at sníkja seg av stað saman við systur síni. Isabel liggur í lastini á einum lastbili, sum hevur tikið stórusystrina við, og her fær hon fyrsta smakkin av lívsins beiska veruleika, ert tú svørt og fátæk í Brasilia. Hon hoyrir, tá ið nítjan ára gamla systirin verður neyðtikin í førarahúsinum. Hóast alt hetta er hon vónrík og spent: Tær eru á veg til Rio de Janeiro, paradísið, sum skal bjarga teimum undan fátrækradóminum - halda tær.

Fýra ár seinni, tá ið Isabel er 12 ára gomul, veit hon, at einki paradís er til, í hvussu er ikki, um tú ert svørt og fátæk og livir á gøtuni. Fyri tey er lívið eitt stríð fyri at liva. Ein dag afturat, - eina nátt afturat. Onkuntíð sleppur Isabel til arbeiðis, onkuntíð ikki. Viðhvørt er onkur, sum ansar eftir henni. Næstan altíð eingin. Hon og hini gøtubørnini í Rio eru noydd at berjast móti sjúku, svongd og harðskapi. Eisini skulu tey ansa sær fyri drápsmonnum, sum hava til arbeiðis at rudda gøturnar fyri gøtubørn.

Søgan um Isabel, er søgan hjá 100 milliónum øðrum gøtubørnum í heiminum. Summi børn búgva saman við onkrum vaksnum í fátækum smáttubýlingum, men oftast eru tey á gøtuni, har tey selja skrambul, vaska bilrútir, busta skógvar, bidda, stjala og selja seg sjálvi. Alt fer til at lívbjarga sær sjálvum og sínum næstringum.

Áðrenn Mecka Lind fór at skriva skaldsøguna um Isabel, búði hon fyrst í hálvan fjórða mánað í Rio de Janeiro. Søgan byggir á tað, sum gøtubørnini søgdu henni, á samrøður, á arbeiði saman við felagsskapum, sum hjálpa børnunum, og á tað, hon sjálv sá og upplivdi.

Mecka Lind er fødd í Malmö 1942. Síðan hon gav fyrstu bók sína út í 1982, hevur hon skrivað nógvar myndabøkur, barnabøkur og ungdómsbøkur, sum eru ógvuliga væl umtóktar og hava vunnið ymsar virðislønir, ikki bara í Svøríki, men eisini aðrastaðni. Ryri Isabel – gøtubarn í Rio fekk hon m.a. Gustav-Heinemann Friedenspreis fyri barna- og ungdómsbókmentir í Týsklandi í 1996.
Bøkur hennara eru týddar til 10 ymisk mál.