Ælabogafiskurin fær frið í lag


Forlag: Bókadeild Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2002
Prísur: 95.00
ISBN: 99918-1-261-x
Rithøvundi: Marcus Pfister
Umsett: Ingrið Sondum
Evni: Smábarna- myndabøkur
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 28


Samandráttur
Flest øll kenna ælabogafiskin, sum hevði so vakurt, glitrandi skrubb. Í hesi bókini hoyra vit um ælabogafiskin og vinir hansara, sum svimja glaðir og væl nøgdir í sjónum, til ein dagin ein stórur hvalur kemur. Fiskarnir halda beinanvegin, at hvalurin fer at eta alt ætið, og kanska teir eisini. Tá ið hvalurin frættir, hvat fiskarnir halda, verður hann illur og vónsvikin. Hann ger av at geva fiskunum ein ordans hvøkk. Men tað skuldi hann kanska ikki havt gjørt, tí nú hvørvur alt ætið, so matur er hvørki til fisk ella hval. Okkurt má gerast, og ælabogafiskurin fer nú at royna at fáa frið í lag.