Mikines


Forlag: Bókagarður
Útgávuár: 1990
Prísur: 480.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Bárður Jákupsson
Evni: List og listagreinir
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 255


Samandráttur
Í 1928 fór tann 22 ára gamli evnaríki mykinesmaðurin Sámal Elias til tann stóra býin Keypmannahavn at fáa sær útbúgving sum listamaður. Fáur mundi skilja ætlan hansara, og fáur kundi gruna, hvønn týdning tað skuldi fáa fyri land okkara og fólk, at ein føroyingur valdi sær listina sum lívsleið.
Mikines málar upprunaheim sín, tað brimbardu útoynna. Tann grundfesta bygdarmentanin, sum hann var uppvaksin við, var fyri honum ómissiligur dýrgripur, sum hann setti sær fyri at lýsa í myndlist, eins og javngimlu vinirnir lýstu hana í skaldskapi. Allar sínar dagar var hann tætt knýttur at Mykinesei og Føroyum - náttúru og menniskjum.