Burtur úr tunglyndinum


Forlag: Egið forlag
Útgávuár: 1998
Prísur: 120.00
ISBN: 99918-3-038-3
Rithøvundi: Ása V. Hansen
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 124

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Orðið tunglyndi er sama orðið sum vanliga verður kallað depressión. At ver tunglyntur er ein støða, har sinnið er broytt. Ein verður dapur í huga, mótleysur, troyttur, svartkygdur. Missir hugin til at gera nakað við seg sjálvan, grætur um einki, verður bangin. Tankarnir mala alla tíðina, ein hevur ikki frið á sær. Kann hava ilt fyri hjartanum, vaml og vil spýggja. Fer kanska at gloyma, verður líkasælur, og missir stutt sagt hugin til alt. Vónloysið kann verða so stórt, at ein ikki sær annan útveg enn at beina fyri sær.
Ofta eru fólk tunglynt ta myrku árstíðina.
Hvør er atvoldin til hesa hættisligu støðu?
Er nøkur vón? Er nøkur hjálp at fáa?