Omanstoyttur eingil


Forlag: Sprotin
Útgávuár: 2013
Prísur: 129.00
ISBN: 978-99918-76-34-4
Rithøvundi: Per Olov Enquist
Umsett: Jákup í Skemmuni
Evni: Skaldsøgur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 86

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Sjálvur kallar Per Olov Enquist hesa skaldsøguna eina „kærleikssøgu“. Ein lýsing, ið kann tykjast ørkymlandi. Tí evnið í bókini er um lív við ongum kærleika, um tilveru undir ringastu umstøðum, ið hugsast kunnu. Pasqual Pinon er vanskapningur. Hann varð føddur við tveimum høvdum. Tá ið vit koma í samband við hann á fyrsta sinni, verður hann fjaldur í einum námi onku­staðni í Meksiko. Úr sínum egna høvdi er sprottið annað høvur, ið er konufólkahøvur. Hann ber tað sum eina námslykt, sum hann hevur vavt nakrar spjarrar um. Søgan um hesa sjáldsamu menniskju kemur fyri oyruni á manni, ið rekur eitt sirkus. Hann sær møguleikarnar og fær ólukkudýrið at koma við sær á framsýningarferð saman við øðrum margháttligum skapningum.

Skaldsøgan er søgan um Pasqual Pinon, hansara tort og eyðmýkt, men eisini um hansara kærleika, tí andlitið á tí konufólki, hann ber í enninum, livir sítt egna kenslulív í hansara kroppi. Hon er ikki ment at tosa, men kann gera vart við sínar kenslur og syngja sang, ið svarar aftur í hansara kroppi. Í hesum pínda kroppi verður leikur um virðing og vanvirðing leiktur.

FYRR : 129,00