Mick Harte var her


Forlag: Bókadeil Føroya Lærarafelag
Útgávuár: 2002
Prísur: 20.00
ISBN: 99918-1-307-1
Rithøvundi: Barbara Park
Umsett: Regin av Steinum
Evni: Barnabøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 104

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Mick Harte var her er ein hugtakandi bók, sum í stuttum snýr seg um ferðsluvanlukku, deyða - og um hvussu tú sum avvarðandi kanst koma til sættis við lívið eftir púra óvæntaða vanlukku. Tá ið bókin byrjar, er Mick Harte deyður. Høvuðspersónurin, systir hansara, ið bara var 10 mánaðir eldri enn hann, sigur søguna um, hvussu Mick var, um vanlukkuna, um sorgina, sum lamdi øll eitt skifti, og um hvussu tey so líðandi komu fyri seg aftur. Av tí at høvuðspersónurin er ein ung genta, er bókin skrivað soleiðis, at børn og ung fata tey álvarsmál, sum bókin viðgerð. Og hóast evnið er dapurt, er frásøgnin mangan skemtilig, tá ið Mick Harte verður lýstur, tí hann var ein stuttligur drongur við løttum sinni og stórum hugflogi. Aftast í bókini er fyrst ein stutt eftirskrift, sum høvundurin hevur skrivað. Hon endurgevur granskarar fyri at siga, at bara í USA hevði borið til at bjargað einum mannalívið hvønn einasta dag og fjórða hvønn minutt sloppið einum fólki undan stórum skaða í høvdinum, um tey, sum súkkla, høvdu hjálm á høvdinum. Síðan er eftirskrift frá Ráðnum fyri ferðslutrygd, har 5 týðandi orsøkir at nýta hjálm verða nevndar og nøkur góð ráð givin í sambandi við hjálmin.