Gamansleikur 2 ljóðband


Forlag: Ljóðbókanevndin
Útgávuár: 2000
Prísur: 375.00
ISBN: 0
Rithøvundi: Jens Pauli Heinesen
Evni: Ljóðbøkur
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 0

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
Samandráttur
Í Gamansleiki II ganga persónarnir úr Gamansleiki I aftur, eitt nú rekamaðurin Sámal Mathias og synir hansara.
Fyri aðru ferð fer sonur hansara Petur Magnus avstað við kassanum í ølklubbanum Spunslinum, og harav stendst mikið rok.
Har er Jákup bóndi við sínum æviga glatrileiki, bragdligur sum altíð. Men var hann nú so bragdligur, tá ið til skuldi takast?
Har er sjálvsagt eisini Jens Fjallatind, ið var so raskur oman fyri hálsvølin. Men dekan farið vísti hann seg at roynast betur, enn nakar roknaði við. Og har er Gideon vikarur og kommunistur, men hvussu nógv kommunistur var hann, tá ið hann skuldi standa sína roynd? áh, menniskjan. menniskjan.
Og her hitta vit aftur Bartal á Heimabeiti, tann virðiliga og mentaða mannin við sínm ævigu orðatøkum. Men var hann nú so virðiligur og mentaður, tá ið alt kom til alt? Neyvan stórt meira enn tú og eg.
Men nýggir persónar kom eisini upp í leikin, til dømis tann runda, gamla gentan Angelika, sum hóast farin væl av seksti, verður skotin so heilt og aldeilis í einum norskum kópaveiðimanni.
Og har kemur ikki minst synstkinabarn hennara, Gorrtra úr Grasagarði, við tí øtiligur røddini, sum bæði dýr og menniskju nøtraðu fyri. Tey ivaðust ikki í, at hon dugdi gand, Men dugdi hon nú tað?
Henda og aðrar spurningar kann so lesarin taka støðu til og seta seg niður at hugsa um.