Teir tóku land 1


Forlag: Forlagið Borgin
Útgávuár: 2000
Prísur: 299.00
ISBN: 99918-
Rithøvundi: Niels Juel Arge
Evni: Søga og samfelag
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 180


samandráttur
Tað var hildið at vera óðamannaverk, tá føroyingar fyrstu ferð fóru til Grønlands í 1906. Fólk hildu tað vera tað sama sum at forgera sær, segði Ólavurí Brekkugerði í Vági. Men Grønland fekk avgerandi týdning fyri búskaparliga lívið í Føroyum stóran part av øldini, sum fer. Har var fiskurin, og har kundi lívsins uppihald bjargast við skipsfiskiskapiog útróðri.
Tað var ikki lætt at slóða fyri hesum. Grønland lá langt burturi og var stongt land, men skuldu føroyingar fáa hampilig livikor var neyðugt at faravestur hagar at fiska.
Í hesi bókini greiðir Niels Juel Arge frá, hvussu tann føroyski skipsfiskiskapurin har fekst í lag miðskeiðis í tjúgunum, og hvussu útróðurintók seg upp miðskeiðis í tríatiárunum.
Gongdin verður fyrst fylgd fram til seinna heimsbardaga. Síðani verður gjørt burtur úr tíðini eftir heimsbardagan fram til 1958, tá Niels Juel sjálvur var á ferð í Grønlandi saman við útróðrarmonnum og fiskimonnum.
2. útgáva