Sálmar okkara og teir, ið yrkt hava


Forlag: Forlagið Leirkerið
Útgávuár: 1998
Prísur: 225.00
ISBN: 99918-45-09-7
Rithøvundi: Jens av Reyni
Evni: Andaligar bókmentir
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 172


Av baksíðuni
Ingálvur av Reyni, sonur Jens, ið gav hesa bók út í 1945, skrivar í sambandi við ta nýggju útgávuna:
"Tað er við gleði, at eg minnist aftur á løturnar í barnaheiminum, tá ið vit - oftast eftir nátturðan - savnaðust og sungu ein sálm ella song, og pápi las lítið skriftbrot úr Bíbliuni og segði nøkur fá orð um tað. Av og á segði hann eisini frá onkrari hending í sambandi við songin, vit høvdu sungið.
Sum frá leið hevði hann væl av tilfari um sálmaskald og sálmar teirra, og í 1945 gav hann tað út í bók. Nú "Leirkerið" gevur hana út av nýggjum, nakað økta, gleðir tað meg stórliga, og vón mín og bøn skal vera, at Harrin signar hesa bók, sum hann signaði ta fyrru."