kærleikssøga aldarinnar


Forlag: føroya skúlabókagrunnur
Útgávuár: 1998
Prísur: 68.00
ISBN: 999918-0-201-0
Rithøvundi: Marta Tikkanen
Umsett: Laura Joensen
Evni: Yrkingasøvn
Ikki innbundin
Støða: Á goymslu
Síðutal: 79

Legg í kurv     -     Læg i kurv     -     Add to basket      Basket
samandráttur
Undirvísingartilfarið: Turið Sigurðardóttir og Bergljót av Skarði. "Kærleikssøga aldarinnar" er sjálvævisøgulig og viðger hjúnalag Märtu Tikkanens við listarmannin Henrik Tikkanen. Savnið er eitt úrval av yrkingum úr "Kærleikssøga aldarinnar", sum kom út á svenskum í 1976. Yrkingasavnið viðger trupulleikarnar í eini familju, har maðurin er rúsdrekkamisnýtari. Sjáldan eru kenslurnar hjá konu ein misnýtara so bersøgið og beinrakið lýstar. Hvussu meint familjan verður rakt, verður kensluborið og viðkomandi viðgjørt. Í savninum eru eisini yrkingar, sum eru brúktar í sjónbandinum við sama navni. Sjónbandið er ein filmsútgáva av framførslu, sum Laura Joensen hevði av yrkingum Märtu Tikkanens í seinnu helvt av 1980-árunum. Í miðnámsskúlunum kann savnið, eisini saman við sjónbandinum, nýtast sum høvuðsverk, og lýkur tað krøvini, sum kunngerðirnar í føroyskum í miðnámsskúlunum áseta. Í savninum er undirvísingartilfar, sum bæði kann nýtast til filmin og yrkingarnar. Sjónbandið fæst til láns á Landsmiðstøðini.