døgurðabókin

Forlag: føroya skúlabókagrunnur
Útgávuár: 2001
Prísur: 160.00
ISBN: 99918-0-284-3
Rithøvundi: Maria Vilhelm
Evni: Heilsa og matgerð
Ikki innbundin
Støða: Útseld
Síðutal: 127


døgurðabókin
Henda bókin hevur verið uppseld í nøkur ár, og er nú uppafturprentað í óbroyttum líki. Bókin er ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum, men uppskriftirnar hóska eisini væl í dagliga húsarhaldinum. Rættirnir eru ódýrir og skjótir at gera. Í bókini eru 90 uppskriftir, sum fevna um døgurðar, súpanir og omaná, umframt baking og kóking. Maria Vilhelm hevur nýtt uppskriftirnar í undirvísingini og hevur gjørt eitt uppskot til samanseting av rættum, ið eru við í bókini. Eisini er stutt frágreiðing um amboðini, køksreglur, fitievni, ger og sukur. Allar síður í bókini eru plastaðar og tí væl egnaðar og haldgóðar til nýtslu í køkinum. »Døgurðabókin – hin grøna« er fyrra bókin av tveimum ætlað undirvísingini í heimkunnleika í fólkaskúlanum. »Døgurðabókin – hin reyða« er framhald av hesari bókini.